Sjovarkommuna

Flaggdagshaldið 2018

DSC 1872

Nógv fólk høvdu leita sær til flaggdagshaldið í bygdahúsinum í gjár. 
Byrja var við skrúðgongu frá Sjóvarlon, og í ár gekk Ólavur Christiansen fremstur við Merkinum.

Tá skrúðgongan kom til bygdahúsið, var avgjørt at hava flaggdagshaldið innandura tí tað regnaði so mikið illa.

Rúni Rasmussen helt flaggrøðuna í ár. Røðan kann lesast niðanfyri.

Myndir frá flaggdagshaldinum liggja í myndasavninum.


Flaggdagsrøða 2018 Strendur – Rúni Rasmussen


Reytt sum blóð og fannahvítt
og blátt sum havsins bylgja.
Ver heilsað Føroya flaggið frítt,
sum føroyingum skal fylgja.
Frá vøggu til svørtu grøv
Yvir lond og yvir høv. 

Soleiðis tekur vágbingurin Gunnar Dahl-Olsen til í yrking um Merkið fyri skjótt 100 árum síðan. Hetta var árið eftir, at Merkið fyrstu ferð varð borið fram av føroyska studentinum Jens Olivur Lisberg. 

Men tað skuldi ganga nøkur ár, áðrenn Merkið varð alment viðurkent. Hin 25. apríl í 1940 kunnger amtmaðurin Hilbert, at føroysk skip skulu brúka føroyska flaggið. 


Krossurin í okkara Merki ber boð um okkara virðismikla kristna arv. Okkara mentanarførning. 

Føroyar eru millum heimsins allar ríkastu lond. Vit eru í fremstu røð á fleiri økjum. Fólkaheilsuráðið kunngjørdi í fjør eina kanning um støðuna í Føroyum, har borið verður saman við onnur lond. Niðurstøðan var greið. Vit eru sera væl fyri á nógvum økjum. Heitið á kanningini er sigandi: “Lívið í Føroyum er framúr.” Hetta kunnu vit fegnast um. Her er ikki talan um einstaklingaavrik. Henda vælferðarstøða er rokkin við felags tøkum gjøgnum fleiri ættarlið. Og tað er við kristna siðaarvinum, at vit føroyingar saman hava bygt eitt av bestu samfeløgum í heiminum. Tað er ikki av tilvild, at krossurin er í Merkinum. 

Her á Strondum eru vit í einum sera spennandi og hendingarríkum tíðarskeiði. Eysturoyartunnilin var fyri nøkrum árum síðan dreymur og ætlan á tekniborðinum. Nú gongur sjón fyri søgn. Vit fara frá dreymi til veruleika. Buldur og ristingar var gerandisdagurin hjá mongum her í bygdini í fleiri mánaðir í fjør. Hetta bar boð um, at størsta samferðsluverkætlan í Føroya søgu var farin av bakkastokki. 

Nú eru sprongdir næstan 5 km tilsamans. Kollveltandi tunnilin nærkast av álvara.

Tunnilsgerðin ávirkar bæði vaksin og børn. Sum eg skilji á lagnum, hava børnini í barnagarðinum seinastu mánaðirnar gjørt fleiri tunlar í garðinum. Í einum barnaføðingardegi fyrr í ár fingu børnini tunnilskakur við NCC-logo. Hetta var greitt ynski frá tunnilsávirkaða føðingardagsbarninum.    

Eg haldi ikki, at eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at bjartskygni og vøkstur ræður her í kommununi og á Skálafjørðinum. Barnagarðurin hjá okkum er vorðin ov lítil, næmingatalið er vaksandi, skattainntøkurnar vaksa, og hugurin at seta búgv á Strondum hevur ongantíð verið størri enn júst nú. Ja, sanniliga er vøkstur og nógv virksemi her í bygdini. Tað er at fegnast um, at fólk við ymiskum bakgrundum vilja seta búgv her í økinum. Her hugsi eg um tey, sum hava tilknýti til bygdina og tey, ið einki tilknýti hava. Øll kunnu saman við okkum menna og mynda lokalsamfelagið. Til gagns fyri øll, sum búgva og virka her.

Eg eri sannførdur um, at tunnilin verður ein kollvelting fyri bygdirnar í kommuni, Skálafjørðin og stóran part av landinum. Landið verður knýtt enn meira saman. Høvuðsstaðurin kemur nærri okkum, og vit koma nærri høvuðsstaðnum. Hjá mær, og fleiri við mær, verður dagliga ferðatíðin stytt við nærum tveimum tímum!

Tað er eingin loyna, at tað er ein ávís gjógv millum høvuðsstaðin og restina av landinum. Hesa avbjóðing lýsti løgmaður væl í síni nýggjársrøðu. M.a. segði hann: 

“Vit heingja spjøldur hvør á annan - og taka støðu til hesi spjøldrini, heldur enn persónarnar, sum spjøldrini hanga á. Men vit eru bara 50.000 fólk í Føroyum. Vit hava ikki ráð til at býta okkum so smátt sundur í “okkum” og “tey”. 

Mín vón er, at Eysturoyartunnilin fer at vera við til at knýta nýggj sambond og styrkja verandi sambond á nógvum ymiskum økjum. Øll vinna, tá ið gjáir smalkast!

Í dag, flaggdagin, standa vit saman kring landið og savnast um okkara felags samleika sum tjóð og fólk. Hóast vit eru ymisk og hava ymiskar áskoðanir, so savnast vit um tað, sum vit hava í felag: Merkið, samleikan og vónina um, at okkara børn og komandi ættarlið fara at trívast her á landi og menna tjóðina enn meira.

Nú vit steðga á og fagna Merkinum og virðismeta okkara mentan og samleika, er hóskandi eisini at hyggja út um landoddarnar og ásanna, at vit eru partur av einum globalum heimi; einum heimi, sum gevur møguleikar. Men har eru eisini hóttanir og avbjóðingar tvørtur um landamørk, sum eyðkenna heimin. Vit skulu hyggja inneftir og úteftir. Vit skulu vera tilvitað um okkara felags samleika, styrki og veikleikar. Við hesari tilvitan kunnu vit bjóða okkum fram og gera ein mun úti í heimi.

Vit eru ikki bert ein pinkutjóð. Vit eru ein stórhavstjóð. Vit eru ein rík tjóð, tí vit hava vent okkara eygu út í heim og tikið av møguleikum, og hetta hevur verið við til at skapt ríkidømi her heima. 

Vit mugu minnast til, at allar heimsins tjóðir eru á ein hátt í sama báti. Jørðina hava vit øll fingið at umsita so væl sum møguligt. Okkara partur má ikki liggja eftir! 

Krossurin í Merkinum ber boð um markleysa gevaralyndi Guds. Kristni siðaarvurin snýr seg ikki um at krevja og bert røkja egináhugamál. Hesin arvur snýr seg um at byggja eitt betri samfelag og heim saman við okkara næsta og fyri okkara næsta. Meginreglan “Tað er sælari at geva enn at fáa” í verki er leiðin til samfeløg, har trivnaður og menning eyðkennir hin einstaka, familjurnar og nærumhvørvið. Gevarasamfelagið er tað góða og blómandi samfelagið.

Latum okkum saman gera ein mun úti í heimi og her heima. Latum okkum verja tann kristna arvin og lata hann geva sítt viðkomandi íkast til okkum, sum liva í 21. øld. Merkið umboðar so litfagurt og vakurt henda tjóðararv. 

Fari at enda røðuna við seinasta ørindi úr yrkingini hjá Gunnar-Dahl Olsen: 

Føðiland, Guð signi teg

og merkið, sum tú eigur.
Lukku land, tær ynski eg
og merki tínum heiður.
So leingi sólin kyndar brand
Verjast skal mítt flagg og land.


Tøkk fyri, at tit lýddu á. 


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00