Leygardagin, 12. mai 2018, verður ruddingardagur í Sjóvar kommunu.
Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:
- í skúlanum á Selatrað
- Geilin 15, Innan Glyvur
- í bygdahúsinum á Strondum
Tosa verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.
Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 12.30. Eftir døgurðan verður bygdaquiz.
Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.
Við vón um góða undirtøku.
Sjóvar kommuna