Sjovarkommuna

Útferð út í Tindhólm

20180605 182448

Týsdagin, 5. juni 2018, vóru starvsfólk hjá Sjóvar kommunu á útferð úti í Tindhólmi.

Vit fóru við bussi av Strondum kl. 12.30. Leiðin gekk vestur til Sørvágs, har báturin "Jósup" sigldi okkum út í Tindhólm.

Við á túrinum høvdu vit ferðaleiðararnar Jørgin Niclasen og Jón Eli Ole-Jacobsen, og dugdu teir óføra væl at vísa runt og siga frá.

Tá ið vit høvdu gingið runt ymsastaðni á hólmanum, samlaðust vit við eitt av húsinum har úti, har matpakkin bleiv etin. Gittarin var við á túrinum, og slapp hann eisini upp í part hesa løtuna har alt frá fosturlandssangum til barnagarðssangir vóru sungnir.

Síðani gekk leiðin aftur umborð á Jósup. Á siglitúrinum heim vitjaðu vit í Munkastovu, sum er ein hola inn í bergið sunnantil á Vágoynni. Hetta var ein sera góður endi á túrinum.

Alt í alt var hetta ein sera væl eydnaður og minniligur dagur.

Nakrar myndir frá túrinum kunnu síggjast í myndasavninum.

Elin Henriksen tók eisini nógvar sera góðar myndir á túrinum. Hennara myndir kunnu síggjast her.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00