
Stráluhølið letur nú upp aftur, eftir at hava verið stongt í eina tíð.
Hetta verður markera mikudagin 13. juni kl. 17, tá allir limir í Stráluni eru vælkomnir í Stráluhølið í bygdahúsinum til kaffi og køkur. Trekt verður eisini millum allar limir, um tvey vikuskiftisatgongumerkir til Summarfestivalin og gávukort frá Effo á kr. 400. Ert tú ikki limur, so kanst tú gerast limur hetta kvøldið.
Í Stráluhølinum eru 3 sjónvørp, so tað liggur væl fyri at hyggja eftir HM-fótbólti næstu vikurnar. Eisini er møguligt at spæla dart, borðtennis, teldu, playstation 3 & 4 og borðspøl, umframt at gittari og mixari eisini eru í hølinum, so møguleikarnir til at spæla tónleik eru góðir.
Strálan