Sjovarkommuna

Prógvhandan í Stranda skúla

36256834 1977773622233414 3215522687438815232 n

Í gjár, mánakvøldið 25. juni 2018, var prógvhandan í Stranda skúla.

Tá fingu næmingar í 10. flokki og nakrir næmingar í 9. flokki prógv handað.

Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, helt røðu og handaði næmingunum prógvini. Røðan hjá Hans Peturi kann lesast niðanfyri.

Felagsmyndir av næmingunum síggjast í myndasavninum.

                                                                                                       
Góðu næmingar, góðu foreldur.                                                     juni 2018

Í sanginum Morgun hjá Martin Joensen, sum vit fara at syngja, ljóðar eitt ørindi soleiðis:

Ábyrgdin á tínum herðum

gáva frá okkum til tín
byrða, ið tung er at bera
ber hana betur enn vit.

Hesi orðini kunnu nokk skiljast upp á ymiskar mátar. Hvat er hetta fyri ábyrgd ella byrða, sum vit vaksnu og gomlu lata tykkum, sum nú fara úr barnaskúlanum og víðari út í lívið.

Tað hevur altíð verið soleiðis, at avbjóðingarnar hjá einum nýggjum ættarliði eru øðrvísi enn avbjóðingarnar hjá teimum undanfarnu. Tá ið eg hugsi um abba mín og ommu mína, so var lívið í teirra ungu árum eitt stríð fyri at skaffa mat í munnin til børnini og sín sjálvs. Og enn meira stríð høvdu teirra forfedrar bara av tí at yvirliva.

Tað ráddi um at fáa sum mest burtur úr natúruni. Tey, sum áttu so frægt av jørð, at tey kundu hava kúgv, seyð og eina eplaveltu, kláraðu seg. Men alt skuldi gerast við hond. Velta nýggjan bø, sláa við líggja, hoyggja við rívu, bera hoyggið inn, mjólka og sópa undan neytum. Og so var tað tað, sum fekst úr sjónum. Fiskur og grind. Eitt stríð og knoss, sum vit í dag næstan ikki kunnu ímynda okkum, bara fyri at forvinna so mikið, at mann fekk tak yvir høvdið og mat í munnin.

Hjá næsta ættarliði, mínum foreldrum - tykkara ommum og abbum - bleiv alt nógv lættari. Tá høvdu bygdirnar fingið elektriskan streym, maskinur komu í skip og bátar, maskinur at gera nógv av tí tunga arbeiðinum. Nú var tað ikki longur eitt stríð at fáa natúruna at geva sítt ríkidømi frá sær. Tað kundi verða gjørt bæði lættari og skjótari, og so varð eisini yvirskot til annað í lívinum enn at vinna til dagligt breyð.

Men kortini var tað ikki bara gott, at tað bleiv so lætt hjá menniskjum at útnytta ríkidømið í náttúruni. Tí tað, sum hendi í mínum ættarliði, tað var, at menniskju fóru at taka so nógv úr natúruni, at hon ikki kláraði at endurnýggja seg. Ovurfisking gjørdi, at fiskastovnarnir minkaðu. Vaksandi oljunýtsla skapti ov stórt CO2-útlát, og vit hava fingið globala upphiting, sum ávirkar veðrið á jørðini. Dálking er ein stórur trupulleiki víða hvar, og vandi er fyri, at summi grundevni, sum verða brúkt á fabrikkunum, verða uppi. Landbúnaðurin krevur so nógv meiri enn tað, sum natúran sjálv klárar, at tey brúka eiturevni fyri at økja um framleiðsluna. Eiturevni, sum skaða jørðina og gera, at hon í longdini fer at geva minni av sær.

Hetta er alt samalt sovorðið, sum tit hava lært um hesi seinastu árini av tykkara skúlatíð. Viðurskifti, sum eg og mítt ættarlið aldrin høvdu hoyrt um, fyrr enn vit vóru væl og virðiliga vaksin. Upp á ein máta er lívið hjá tykkum lættari: tað krevur ikki eitt evindaligt stríð og knoss, sum slítur kroppin niður. Upp á ein annan máta er tykkara lív tyngri: Tit standa framman fyri trupulleikum, sum vóru púra ókendir, tá ið eg var í tykkara aldri.

Trupulleikarnir, sum standast av, at menniskjuni leingi hava tikið meiri úr natúruni, enn hon megnar at geva - tað kann væl verða fatað sum tann ábyrgdin, sum liggur á tykkara herðum, tann byrðan, sum er tung at bera.

Men vit kunnu ikki steðga her. So verður byrðan alt ov tung. Martin Joensen yrkir víðari:

Viljin er sterkasta svørðið

bítur á harðasta stál
vónin er bjartasti brandur
lýsir tær veg fram á mál.

Vit mugu hava eina vón um, at tað ber til at gera nakað við teir trupulleikarnar, sum standa fyri framman. Alt frá dálking og CO2-útláti til, hvussu tit kunnu lata tykkara børnum eina natúru at liva í, sum ikki er oyðiløgd av ovurnýtsluni hjá menniskjunum. Og vit mugu hava ein sterkan vilja til at loysa trupulleikarnar. Tað fáa vit ikki, um vit bara fokusera upp á alt tað ringa og alt tað, sum ger byrðuna tunga at bera. Gera vit tað, so er vandi fyri, at vit bara missa mótið og lata standa til.


Tað, sum gevur okkum vón, vilja og evni til at taka við teimum stóru avbjóðingunum, tað er, at vit eru glað fyri lívið, kenna natúruna og eru góð við hana. At vit eru takksom fyri Guds skaparaverk og vilja gera okkara til at fara væl um tað. Soleiðis fáa vit vón og vilja til at gera nakað við trupulleikarnar. Tað, sum mann er góður við; tað, sum hevur týdning fyri ein, tað er júst tað, sum mann kann leggja alla orku í at stríðast fyri.

Tað er mín stóra vón, at tann tíðin, sum tit hava gingið her í Stranda skúla, hevur givið tykkum nógvar góðar løtur, bæði í undirvísingini og í allari samveru. So nógvar góðar løtur, at tit kunnu halda fram higani við kensluni av, at tit, hvør einstakur av tykkum, hevur eitt ómetaliga stórt virði. At tit klára at seta tykkum mál og arbeiða fram ímóti at røkka hesum málum. Og at tit eisini duga at taka tykkum av løttum og bara njóta lívið. Njóta summarið og tað góða veðrið, sum vit vónandi fáa, eisini nú í summar. Kanska fara tit eisini onkran túrin út í natúruna, í hagan ella við báti, og kunnu gleðast um tær upplivingarnar við. Tað er millum annað sovorðið, sum gevur vón og vilja til tungar løtur, sum eingin av okkum sleppur undan.

At enda fari eg at nevna, hvussu nógv tað hevur at siga, at vit eru saman við øðrum, at vit bæði hava tað stuttligt saman og duga at taka við avbjóðingum saman. Eisini, tá ið onkur er í størri trupulleikum, enn hon ella hann sjálvur klárar at loysa. Tá ræður um, at vit eru har fyri hvønn annan, soleiðis, sum vit sungu í áðni:

Men lærdi teg lívið at rógva
við næstanum streymharðan sjógv
tá kannst av sonnum tú siga
at lívið tað lærdi teg nógv.

Við hesum fari eg at takka tykkum fyri ta tíðina, tit hava gingið í skúla her, og eisini at takka tykkum foreldrum fyri gott samstarv. Og so fari eg at ynskja tykkum Guds signing og alt tað besta, nú tit fara víðari í útbúgving ella arbeiði.


Jesus fylgi tykkum.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00