Sjovarkommuna

Anna Katrina til stóra kapping í Svøríki


Anna Katrina
Seinasta vikuskifti luttók Anna Katrina Mikkelsen í kapping
í fræstum ítrótti – VUSPELEN í Gøteborg í Svøríki.

 



Eftir at hava íðkað amboðsfimleik í Støkk í fýra ár, gjørdi Anna Katrina fyri einum ári síðani av, at hon av álvara fór at byrja at renna.
Seinasta vikuskifti var hon til VUSPELEN, sum er kapping í frælsum ítrótti, í Gøteborg.
Hetta er aðru ferð hon kappast uttanlands.

Anna Katrina kappaðist við 13 ára gamlar gentur úr Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi og Scotlandi. Hon luttók vegna Føroyar og FIF (Frælsur ítróttur Føroya.)
Anna Katrina var við í trimum kappingum, 200, 600 og 1.500 m, og hon kláraði seg væl:

Á 200 metra teininum var hon nr. 69 av 125 íðkarum, við tíðini 30,00 sek., á 600 metra teininum, nr. 28 av 59 íðkarum við tíðini 1 min. og 54 sek., og á 1.500 m teininum nr. 19 av 36 íðkarum við tíðini 5 min. og 33 sek.

Men henni dámar ikki bara at renna, hon spælir eisini fótbólt og skal saman við liðfeløgum á vestara armi av Skálafjørðinum, umboðandi SB, til Summarcup í Tórshavn næsta vikuskifti.

Vit ynskja Onnu Katrinu til lukku við frálíku úrslitunum og góða eydnu frameftir.



 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00