Sjovarkommuna

SummarSjóð undir Torvbrekku

Summarsjóð3
seinasta leygardag

 


Vit vitja ikki grannarnar longur, sum vit gjørdu fyrr. Øll tosa um tað, men tað vísir seg, at vit heldur ikki fáa upp í lag at gera nakað við tað. Hetta hildu Lív og Ásbjørn at okkurt mátti gerast við, tí bjóðaðu tey til SummarSjóð undir Torvbrekku seinasta leygardag.

Soleiðis skrivar Ásbjørn um SummarSjóð:
"Ein minifestivaldagur fyri okkum, sum búgva Undir Torvbrekku.  Ætlanin við degnum er at hava ein hugnaligan dag, og at samansjóða okkum í grannalagnum.  Heitið, SummarSjóð, kann merkja júst hetta, at vit sjóða okkum saman.  Orðabókin sigur annars at orðið sjóð merkir:  
1. kóka  
2. geva surrandi ljóð frá sær  
3. práta, sussa  
4. festa saman  
5. grógva saman aftur

Ætlanin er at fáa látur og gott lag upp á kók, geva okkum møguleika at práta og sussa saman, festa grannafelagsskapin enn fastari og kanska eisini grógva gomul gloymd vinarbond aftur."

Dagurin byrjaði í túninum hjá Lív og Trygva, har "gamla Anna" bjóðaði grønan gandadrikk og Mariukeks, "Albert Eyðstein" gandaði poppkort í eini maskinu, Luddi og Karlo vitjaðu og Gyklarin Ásbjørn vísti síni kynstur.
Síðani varð farið húsagongd, Sunvá og Sjúrður bjóðað kakao og bollar og Joan Eilin og Ernst bjóðaðu góðan drekkamunn við rabarbudessert og skonsum. Fótbóltur var í sjónvarpinum, og tey, sum ikki kundu klára seg uttan, fingu "allernådigst" loyvi at fylgja við.
Kl. 17.30 vóru grillirnar í túninum hjá Ásbjørg og Eyðun heitar. Øll høvdu hvør sítt við at grilla, og prátið gekk væl.
Dagurin endaði við stovukonsert hjá Annelisu og Jens Kristian. Sigast má, at vit eru væl fyri við tónleikarum undir Torvbrekku, fyrst sang Simona nakrar sangir, so Bjarta og Lív og at enda Ásbjørn við bólki.
Ein sera góður dagur, sum kann viðmælast øðrum grannaløgum at taka við.

myndir frá SummarSjóð liggja á myndasavninum.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00