Sjovarkommuna

Átrúnaður

Sjóvar kirkja:

Á Strondum er Sjóvar kirkja, sum er bygd í 1834, og er sostatt fimt- elsta kirkja í landinum.

Hon er vøkur trækirkja, hevur flagtekju, uttan er hon svørt, við hvítari grund við hvítum vindeygum, hurðum og torni. Innan er kirkjan ómálað, kórveggir, altarringur og rimaverkið uppi á loftinum er vakurt útskorið.

Altartalvan er frá 1904, sum vísir Jesus í Getsemane. Doypifatið er frá 1795. Kirkjan hevur pípuorgul, sum Verland Johansen hevur gjørt, sum seinni er útbygt.

Vaksið varð um kirkjuna í 1978. Hetta arbeiðið gjørdu Carl Andreasen og Edmund Gærdum.

Filmur um Sjóvar kirkju

 

Selatraðar kirkja:

Selatraðar kirkja er vígd 23. januar 1927, Steingrím Winter teknaði.

 atrunadur2

Hon er stoypt og málað hvít. Betongarbeiðið hevur bygdafólkið gjørt ókeypis við formonnum úr Lorvík. Verkstaðurin hjá Sámal Ellefsen og Heina Joensen úr Miðvági hevur staðið fyri timbur- og málaraarbeiðinum.

Altartalvan er málað av Niels Kruse, hon vísir Jesus tálma illveðrið á Tangafirði. Eisini hevur hann gjørt alt prýðið í kirkjuni.

Í samband við 80 ára hátíðarhaldið hjá kirkjuni, hevur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, íð er abbadóttir Niels Kruse, redekorerað ymist í kirkjuni.

Filmur um Selatraðar kirkju


Missiónshúsið á Strondum:

missh1

Missiónshúsið á Strondum varð bygt í 1936. Arbeitt verður við at fáa eitt nýtt missiónshús.

Missiónshúsið er sera virkið. Har er barnakór, barnaringur, sjómanskvinnuringur, sunnudagsskúli, juniormøtir, ungdómsmøtir og vanligir fundir annars. 

heimasíðan hjá missiónshúsinum: www.missionshusid.com


Minnisvarðin:

minniski  strondum

Minnisvarðin yvir sjólátin varð vígdur 1. november 1976.

Tað vóru Hanna Abrahamsen og Tinna Abrahamsen ið tóku stig til, at minnisvarði skuldi verða gjørdur á Strondum. Tær høvdu báðar mist mannin undir krígnum.

Árni Ziska, steinhøggari á Strondum, hevur gjørt minnisvarðan, sum stendur úti á Raktanga.

Í nevndini fyri minnisvarðan sita:

Artur Johansen, formaður, Sonja Rasmussen, Petur Magnusson, John Thomsen, Saron og Sigrid Jacobsen og Jóhanna Sofía Jensen.

Minningarhald teirra sjólátnu er hvønn 1. november.

 

 

 

 

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Fylg byggingi av íbúðunum

20170511 7002

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Útskifting Stranda bygd

fyribils

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Økispsykiatri

økispsykiatri

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missh1

Sjóvar kommuna

Kontonummur:

  • Eik banki:
  • 9181-292.542.9
  • Føroya banki:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00