
Nógv bygging er í Sjóvar kommunu í løtuni. Í hesi stund, verða eini nýggj hús reist á Fríðufløtum. Tað eru Jóhann Kass og Unn Breyt Kass sum eiga húsini.
Norðsetur Hús P/F standa fyri byggingini av húsinum.
Sum myndirnar eisini vísa, so er nógv hent síðani í morgun, tá arbeiðið at reisa húsini byrjaði.
Nakrar myndir frá reisingini av húsinum síggjast her.
Sjóvar kommuna ynskir Jóhann og Unn hjartaliga til lukku við reista húsinum.