Sjovarkommuna

Kunningarfundur um grundstykkir í Sjóvar kommunu

20180711 143813

Arbeiðið við útstykkingunum á Fríðufløtum og við Hálsatjørn gongur støðugt framá, og útgravingararbeiðið fylgir tíðarætlanini sum sigur, at alt arbeiði skal verða liðugt til árslok í 2019.

Tann 23. august skipar Sjóvar kommuna fyri kunningarfundi um hesar báðar útstykkingarnar. Hesin fundur er fyri tey, sum eru á listanum til eitt grundstykki í Sjóvar kommunu.

Á hesum fundi verður kunnað um arbeiðið við útstykkingunum og um byggisamtyktirnar fyri bæði økini, umframt at kunnað verður um mannagongdina, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki.

Á kommunustýrisfundi tann 29. mai 2017 bleiv samtykt at gera ein tilmeldingarlista til grundstykkir við Hálsatjørn og á Fríðufløtum. Hesin listin bleiv m.a. gjørdur, soleiðis at kommunustýrið kundi taka støðu til, hvussu nógv grundstykkir skuldu gerast í fyrsta umfari.
Eftirspurningurin var sera stórur, og tann 15. august 2017 var alment lutakast fyri tey 28, ið høvdu sett seg á listan.

Avgjørt bleiv tí at gera 52 grundstykkir - 10 á Fríðufløtum og 42 við Hálsatjørn. Arbeiðið er skipa soleiðis, sambært sáttmála við Kreton, at útstykkingin á Fríðufløtum verður liðug í 2018, útstykkingin við Hálsatjørn norður (suður til rundkoyringina) verður liðug á vári 2019, og við Hálsatjørn suður verður liðug áðrenn árslok 2019.

Í dag eru 38 fólk á listanum til grundstykki í Sjóvar kommunu.

Ynskir tú at koma á listan, ert tú vælkomin at skriva til Sjóvar kommunu á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.. Tilmeldingargjaldið fyri at koma á listan er 30.000 kr.

Tilgongdin at velja grundstykki byrjar eftir fundin tann 23. august, tá tey fremstu á listanum fáa boð um at velja sær eitt grundstykki.


Sjóvar kommuna


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00