Sjovarkommuna

EBS/Skála kvinnurnar taptu í søguligum dysti

EBS Skála kvinnur Champions League

EBS/Skála kvinnurnar skrivaðu í gjár søgu, tá tær á fyrsta sinni luttóku í Champions League.

Í hesum døgum eru EBS/Skála kvinnurnar í Litava, har tær skulu dystast við lið úr Bulgaria, Litava og Finlandi, í undankappingarbólki nummar 9.

Í gjár spældu tær so fyrsta dystin móti NSA Sofia úr Bulgaria. Tær taptu dystin 3-0, aftaná at hava verði aftan fyri við tveimum málum í hálvleikinum.
NSA Sofia hevði bóltin nakað meira, og høvdu tær eisini fleiri málroyndir enn okkara kvinnur. Tapið var tí ikki órættvíst, hóast EBS/Skála liðið beit frá sær til tíðir, og eisini høvdu onkrar góðar málroyndir, ið lættliga kundu havt givið mál.

Liðið hjá EBS/Skála til dystin:

Anna S. Hansen - Birna T. Mikkelsen, Durita Mikkelsen, Rakul Magnussen, Marita Jarnskor (75 min.: Ásgerð K. Prestá) - Silja P. Augustinussen (65 min.: Eybjørg Ellingsgaard), Ansy S. Jacobsen (L), Kára Djurhuus, Margunn Lindholm, Lea S. Lisberg - Randi Fagradal (65 min.: Sunnvá F. Johansen).

Næsti dysturin hjá EBS/Skála er móti vertunum, Gintra, úr Litava. Dysturin verður leiktur fríggjadagin 10. august kl. 16 (føroyska tíð).

Sjóvar kommuna stuðlar EBS/Skála kvinnunum í Champions League. Vit ynskja teimum bestu eydnu víðari í kappingini.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00