Sjovarkommuna

Skeltaverkætlan um skúlabyrjan

Smá skúlabørn ver varin

Nú skúlarnir byrja aftur, verða mong nýggj børn á vegunum í kommununi. Tí er Sjóvar kommuna við í átakinum 'Smá skúlabørn - ver varin' hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Vit vilja minna øll vegfarandi á, at ansa væl eftir skúlabørnunum á vegunum. 


Á vegunum við skúlan verða settar plakatir upp, sum skulu minna bilførarar á at ansa serliga væl eftir skúlabørnunum.

Tað kann vera trupult at bera seg rætt at í ferðsluni, tá tú ert 6 ella 7 ár og skalt tvørtur um skúlavegin, har bilar, prult og súkklur fara framvið, við nógvari ferð. Samstundis eru reglur og góð ráð, sum børnini skulu læra og minnast í ferðsluni.



Tilfar til foreldur

Men skeltini hjálpa ikki einsamøll. Tí leggja vit saman við Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við børnum at venja. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi, og at læra tey hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

Tí fingu foreldur faldaran, 'Á veg í skúla', tá børnini vórðu skrivað inn í skúla í januar.


Fyrsta dagin fáa allir næmingar í 1. flokki ein ókeypis súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum, til trygga atferð í ferðsluni. Í heyst fáa tey endurskinsvest og taskuendurskin. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.


Tilfar við venjingum og faldarar eru at finna á http://www.rff.fo/vitan-um-ferðslu/ymiskt/til-foreldur


Góð ráð

1.     Ven skúlaleiðina við barninum - bæði áðrenn skúlabyrjan og tá skúlin er byrjaður.

2.     Ven leiðina ofta, so góðu vanarnir festa seg, eisini tá barnið einaferð skal ganga sjálvt.

3.     Tosa um, hvat tit skulu minnast at hyggja og ansa eftir. Vel eina leið, sum er trygg hjá barninum. Trygga                  leiðin er ikki altíð stytsta leiðin, men hon, har barnið so sjálvdan sum til ber skal tvørtur um ein veg, t.d.                eftir rásum, gongugøtum og gonguteigum.

4.     Um ikki liggur fyri at ganga saman í skúla dagliga, kunnu tit kanska velja ein dag um vikuna, har tit venja.

5.     Lær barnið grundleggjandi relgurnar í ferðsluni: At hyggja seg væl um, at steðga við kantstein, at fara                    tvørtur um veg har tað er trygt osfr.

6.     Far niður á knæ so tú sært í somu hædd sum barnið - barnið hevur ikki sama yvirlit sum tú.

7.     Ger barnið sjónligt í ferðsluni við bjørtum litum og endurskini á klæðum og tasku

8.     Ver ein góð fyrimynd: barnið ger sum tú í ferðsluni. Kanna um undirvíst verður í ferðslu á skúlanum ,og um          skúlin hevur ein ferðslupolitikk.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00