Sjovarkommuna

Kunningarfundur um útstykkingar í Sjóvar kommunu

Útstykkingin við Hálsatjørn

Kunningarfundur verður í morgin, hósdagin 23. august, kl. 19.00 í bygdahúsinum á Strondum, fyri øllum áhugaðum í útstykkingunum á Fríðufløtum og við Hálsatjørn.

Fundurin var upprunaliga ætlaður teimum, sum eru á listanum til grundstykki hjá Sjóvar kommunu, men vegna øktan áhuga fyri útstykkingunum, hava vit valt at gera fundin almennan og bjóða øllum áhugaðum við.

Á hesum fundi verður kunnað um arbeiðið við útstykkingunum og um byggisamtyktirnar fyri bæði økini, umframt at kunnað verður um mannagongdina, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki

Útstykkingarnar fevna um 53 grundstykkir. Arbeiðið er skipa soleiðis, sambært sáttmála við Kreton, at útstykkingin á Fríðufløtum verður liðug í 2018, útstykkingin við Hálsatjørn norður (suður til rundkoyringina) verður liðug á vári 2019, og við Hálsatjørn suður verður liðug áðrenn árslok 2019.

Í dag eru 39 fólk á listanum til grundstykki í Sjóvar kommunu.

Ynskir tú at koma á listan, ert tú vælkomin at skriva til Sjóvar kommunu á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.. Tilmeldingargjaldið fyri at koma á listan er 30.000 kr.

Tilgongdin at velja grundstykki byrjar eftir fundin tann 23. august, tá tey fremstu á listanum fáa boð um at velja sær eitt grundstykki.



Sjóvar kommuna


Útstykkingin á Fríðufløtum



Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00