Skráseting av kettufellum

Kettufella1

Sjóvar kommuna eigur nakrar kettufellur, ið hava verið lántar út, tá ymisk økir í kommununi hava verið plágað av kettum.

Tíverri hevur skrásetingin ikki verði nóg góð, tá hesar kettufellur eru lántar út, og tískil vita vit ikki hvar allar fellurnar eru.

Tí heita vit á fólk, ið hava eina kettufellu hjá Sjóvar kommunu standandi, ella vita hvar ein slík stendur, um at boða kommununi frá hesum. Hetta kann gerast við at ringja á tlf. 232726.

Tær kettufellur ið eru lántar út og ikki verða brúktar meir, vilja vit sjálvandi hava inn aftur.


Sjóvar kommuna.