Sjovarkommuna

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Havhestar
Nú nátatíðin er byrjað, eru serstakar leiðbeiningar galdandi viðv.
burturbeining av leivdum.




Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:

•Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
•Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
•Leivdirnar kunnu latast inn á bingjuplássið á Hulki, sum er opið mánadag, mikudag og hósdag kl. 18:00-20:00 og leygardag kl. 14:00-16:00.



Fyribyrging av nátasjúku:

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku.
Í sambandi við, at nátatíðin er byrjað, vil Heilsufrøðiliga starvsstovan taka upp aftur áminningina um fyribyrging av nátasjúku.

Nátar, ið síggja sjúkir, rak og ússaligir út eiga ikki at verða tiknir.

Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av.

Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.

Av tí, at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, er best um nátin verður skáldaður. Verða nátar royttir eigur at verða gott luftskifti har roytt verður. Eisini kunnu støvmaskur brúkast tá roytt verður.

Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF ella KOB.

Náti, ið er íligin, t.v.s saltaður, smittar ikki.

náti

Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og febri áleið 39º C, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.

Viðvíkjandi sølu av náta, mælur Heilsufrøðiliga starvstovan til, at teir skulu vera skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu sjálvandi eisini vera skrædlaðir.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi, er at seta seg í.s.v. Birnu Mørkøre, landsdjóralækna.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00