Sjovarkommuna

Tinggøtan á Selatrað

Gøta Selatrað
Gamla Tinggøtan verður umvæld

 

 

Á Facebookvanganum hjá Sjóvar fornminnafelag skrivar Max Weihe:

Nevndin í Sjóvar fornminnafelag hevur í fleiri ár havt eitt ynski um, at fáa umvælt ta elligomlu Tinggøtuna á Selatrað, sum í nøkur ár hevur ligið í órøkt.
Gøtan er søgulig og man vera elsta mannagjørda gøta í Eysturoy. Hon gongur úr Dungansvík niðan í fyrndarbýlingin, Heimi á Bø - har eysturoyingar hildu ting gjøgnum ótaldar øldir. Heilt fram til 1896, tá ið øll sýslutingini (uttan Suðuroyar Ting) blivu niðurløgd. Eftir hesari gøtuni gingu løgmaður, løgrættumenn, sorinskrivari og fúti við fylgi - til Selatrað Ting.

Sjóvar kommuna hevur latið tilfarið til umvælingina. Her eru Andrass Jacobsen av Skála og Jóhan Karl Djurhuus av Selatrað í ferð við at umvæla gøtuna.
Andrass og Jóhan Karl eru óførir og hava stóra tøkk uppiborna - fyri hetta ólønta men virðismikla arbeiðið.

Myndina hevur Eilif Jógvansson tikið.


Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00