Sjovarkommuna

Filmssýning á Strondum: Atlantic - Bardagin um tilfeingið í sjónum

Atlantic

Hósdagin 20. september kl. 19.30, verður filmurin "Atlantic - Bardagin um tilfeingið í sjónum" sýndur í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum. Sýningin er ókeypis og øll eru vælkomin at hyggja.

Tað er Ringrás sum stendur fyri sýningini. Ringrás hevur sýnt nógvar náttúru- og umhvørvisfilmar runt um í Føroyum, men Atlantic er, sambært teimum sjálvum, tann týdningarmiklasti higartil.

Við frásøgu frá Emmy-heiðursløn-vinnandi sjónleikaranum, Brendan Gleeson, fylgir Atlantic samfelagsgongdini í trimum smáum fiskivinnusamfeløgum - Írlandi, Noregi og Nýfundlandi - har tey stríðast við at varðveita og verja sín livihátt ímóti alsamt vaksandi búskaparligum og umhvørvisligum hóttanum.

Meðan stóru oljufeløgini troðka seg djúpari inn í teirra viðkvæma sjógv, og størstu fiskivinnufeløgini í heiminum trároyna fiskastovnarnar til markið, eru strandarsamfeløgini og tilfeingið, tey liva av, um at fara útum mark í ólukkumát.

Atlantic er filmaður í summum av teimum mest fjarskotnu og vakrastu støðunum í Norðuratlantshavinum, har vit koma tætt at nøkrum av mest fangandi persónunum á sjónum, sum við sínum serstaka sjónarhorni geva okkum eitt inniligt innlit í heimsumfatandi kjakið um tilfeingi.

Filmurin varð frumsýndur til Dublin International Film Festival 2016, har hann vann heiðurslønina Best Irish Documentary.

Filmsbrot úr filminum kann síggjast her.



Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00