Sjovarkommuna

Føroyar - Danmark í bio-salinum í morgin

Allan Kjartan HSF

Hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark verður vístur í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum í morgin, leygardagin 27. oktober, kl. 15.10.

Eftir flotta úrslitið mikudagin í Montenegro, skulu føroysku garparnir aftur í eldin í morgin. Millum føroysku spælararnar eru okkara Allan Norðberg og Kjartan Johansen, sum báðir áttu stóran lut í javnleikinum mikudagin.
Mótstøðuliðið leygardagin er Danmark, sum seinastu árini bæði hava verið Europameistarar og Olympiskir meistarar. Tískil verður mótstøðan nokk uppaftur harðari í morgin, og danski landsliðsvenjarin hevur heldur ikki spart uppá krútið, tá hann hevur úttikið liðið. Allar tær stóru stjørnurnar eru við, og við Mikkel Hansen á odda standa tær klárar, tá dysturin verður bríkslaður í gongd í morgin kl. 15.10.

Spenningurin í Føroyum er sera stórur áðrenn dystin í morgin, so tí kundi tað verið stuttligt um fleiri møttu í bygdahúsinum, soleiðis at vit saman kunna síggja og stuðla Kjartani, Allani og hinum føroysku spælarunum í strembanini at basa stórveldinum Danmark.

Tað er ókeypis atgongd, og møguligt verður at keypa kaffi & kaku og sunkist & twix. Gjaldast kann bert við reiðum peningi.


St.Í.F.

 

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00