Sjovarkommuna

Kolbeinagjógv og Morskranes fáa fipurnet

images
hetta fer at kollvelta samskiftistøknina, sigur NET

 



Fyrstu húsini fáa nú nógv skjótari internet

Nú fáa tey fyrstu húsini í landinum fipurkaðal, sum ger, at tey kunnu fáa nógv skjótari internet enn tey hava nú.

Netfelagið í Føroyum, NET, sum rekur undirstøðukervið, sigur, at í fyrstu atløgu verða tað nakrir býarpartar í Havn og á Argjum, sum fáa fipurkaðal.  Hetta fer at kollvelta samskiftistøknina, sigur NET, tí nú kunnu tey bæði telefeløgini, Føroya Tele og Hey, bjóða fólki internet, sum er nógvar ferðir skjótari enn tað er  í dag. Og um nøkur ár er tað lagt í øll húsini. 

Tey fyrstu húsini, sum fáa fipursamband, eru nakrir býarpartar í Havn. Seinni í ár er so ætlanin at knýta bygdirnar Norðradal, Kolbeinagjógv og Morskranes upp í nýggja fipurnetið. Fyrireikingarnar til hesi støðini eru longu byrjaðar, og NET sigur, at ein serlig loysn funnin í samband við Kolbeinagjógv og Morskranes.

Herfyri varð avtala gjørd við SEV um, at NET kann leiga SEV pelarnar ímillum Strendur og bygdirnar hinumegin Raktanga. Tískil eru fipurkaðalarnir, sum vanliga verða grivnir niður, lagdir upp í pelarnar til Kolbeinagjógv og Morskranes.

Tá húsini hava fingið fipurkaðal, kunnu tey fáa internet sum er heilt upp í 1000 Mbit, ella eitt Gbit. Tøknin kann tó veita ferðir heilt upp til 10 Gbit.


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil1

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00