Heimildarfilmurin "Søgan um Ruth" í bygdahúsinum á Strondum

RUTH Movie Poster 11.11.18

Heimildarfilmurin "Søgan um Ruth" verður vístur í biosalinum í bygdahúsinum á Strondum týskvøldið 4. desember 2018 kl. 18.00.

Leikstjórin, Árni Nicolajsen, verður við til sýningina, og aftaná filmin, verður møguligt at seta honum spurningar.

Atgongumerkir til leikin kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Óseld atgongumerki verða seld við dyrnar áðrenn sýningina.

Um filmin:
Listakvinnan Ruth Smith (1913-58) vaks upp í Vági undir trongum korum, men valdi tíðliga at seta sær høg mál. Við hegni og áhaldni stríddist hon fyri at koma inn á Listaskúlan í Keypmannahavn.
Tá maður hennara undir seinna heimsbardaga njósnaðist fyri "Teir Sameindu", vóru tey bæði í lívsvanda.
Tá tey seinni fluttu til Føroyar, gav sálarsjúka móðir hennara Ruth likamligar og sálarligar avbjóðingar, sum óbeinleiðis elvdu til, at hon doyði undir gátuførum umstøðum.


Meir um filmin kann lesast her.