Nýggja búmerkið verður avdúkað

bumerki7


Nýggja búmerkið verður avdúkað leygardagin 15. desember kl. 16.00 í bygdahúsinum á Strondum.

Sjóvar kommuna skrivaði í summar út búmerkjakapping. Freistin at lata uppskot inn til kappingina var 1. september, og inn komu heili 59 uppskot.

Dómsnevnd varð sett at hyggja eftir uppskotunum, og við serkønari vegleiðing varð eitt uppskot valt at verða nýtt búmerki hjá Sjóvar kommunu.

Fyrireikingarnar til avdúkingina eru nú komnar so mikið áleiðis, at klárt er at kunngera nýggja búmerkið.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tiltaki leygardagin 15. desember kl. 16.00 í bygdahúsinum á Strondum.

Umframt at avdúka nýggja búmerkið verða talur og sangframførslur eisini á skránni. Eisini bjóðar Sjóvar kommuna kaku og kaffi og okkurt til børnini. 

Øll, sum møta til tiltakið, fáa eitt tinganest við nýggja búmerkinum á heim við.

Vit vóna at síggja nógv til tiltakið og gleða okkum at vísa tykkum nýggja búmerkið.


Sjóvar kommuna