Jólatræið tendrað

20181201 183441

Sera nógv fólk møttu, tá jólatræið varð tendrað leygarkvøldið 1. desember kl. 18.30.

Annelisa Rasmussen helt røðu og Nes Sóknar Musikfelag spældi nøkur løg.

Brandbilur við jólamonnum vitjaði, og høvdu jólamennirnir eisini okkurt gott við til børnini.

Til seinast bjóðaði barnaringurin kaffi og vaflur.

Myndir frá tiltakinum síggjast í myndasavninum.