
Sjóvar kommuna hevur sett trýggjar nýggjar hjartastartarar upp. Hesir eru setir upp Innan Glyvur, við Kolbeinagjógv og á Morskranesi.
Sjóvar kommuna hevur eisini keypt ein fjórða hjartastartara, sum skal setast upp á Selatrað. Hetta arbeiðið verður gjørt í næstum.
Nýggju hjartastartararnir eru settir upp á hesum støðum:
Innan Glyvur:
Hjartastartarin er settur upp á lyktarpelanum niðan fyri húsini hjá Jarmund Berthelsen, á Glyvursvegi. Sí myndir niðanfyri:


Kolbeinagjógv:
Á lyktarpela sunnan fyri omankoyringina til keiina. Sí myndir niðanfyri:


Morskranes:
Á reinsiverkinum norðarlaga í bygdini. Sí myndir niðanfyri:


Frammanundan eru seks hjartastartarar skrásettir í Sjóvar kommunu, so nú eru tilsamans nýggju hjartastartarar skrásettir í kommununi. Meir um hjartastartarar í Sjóvar kommunu kann lesast her.