Sjovarkommuna

Avdúking av búmerki - skráin

bumerki7

Nýggja búmerkið hjá Sjóvar kommunu verður avdúkað leygardagin 15. desember kl. 16.00 í bygdahúsinum á Strondum.
.

Umframt at búmerkið verður avdúkað, verða eisini tónleikaframførslur, talur og hugleiðing skránni. 

Tónleikaframførslurnar koma Hanus G. Johansen og Jónvár Jovanovic at standa fyri. 

Hanus G. Johansen er sera kendur innan føroyskan tónleikaheimin, og syngur hann fleiri av okkara dýrastu sangskattum. Sangurin "Á, kundi á tíðarhavi", sum Hanus hevur gjørt landskendan, liggur heilt frammarlaga í kappingini hjá “Góðan morgun Føroyar” um føroya besta sang seinastu 50 árini.


Jónvár Jovanovic er ættað og búsitandi á Strondum. Hon syngur nógv, einamest í Kelduni, har hon er partur av lovsangsbólkinum. Hon hevur eina sera vakra rødd, og hana sleppa vit at leggja oyru til, tá hon fer á pallin at syngja nakrar sangir fyri okkum.

Hugleiðingina kemur Jógvan Fríðriksson, bispur, at hava. Jógvan kemur at hugleiða um hugtakið "samleiki", sum jú kann knýtast beinleiðis til skiftið til nýggja búmerkið. Eisini er hetta eitt evni, sum er sera viðkomandi í okkara vaksandi lokala samfelagi. Spennandi verður at hoyra, hvat bispur hevur at siga um hetta evnið.

Onkur tala verður eisini í samband við avdúkingina av nýggja búmerkinum, har vinnarin av búmerkjakappingini eisini verður avdúkaður og fær gávu handaða.

Sjóvar kommuna bjóðar kaku og kaffi og okkurt til børnini aftaná tiltakið. 

Øll, sum møta til tiltakið, fáa eitt tinganest við nýggja búmerkinum á heim við.

Vit vóna at síggja nógv til tiltakið, og vit gleða okkum at vísa tykkum nýggja búmerkið.


Sjóvar kommuna


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnilin

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00