Sjovarkommuna

Fimm sløkkiliðsmenn heiðraðir

Sløkkiliðsmenn heiraðir 4
Jan hevur verið sløkkiliðsmaður í 32 ár


Leygarkvøldið, 15. desember, blivu fimm sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkliliði – SKS - heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í meiri enn 25 ár.

Á árliga jóladøguranum hjá sløkkiliðsmonnunum, sum í ár var í Oyndarfirði, helt formaðurin í Sløkkiliðnum, Jóhannus Danielsen borgarstjóri, talu fyri teimum fimm sløkkiliðsmonnunm, og handaði teimum heiðurstekin.
Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:
Sunleiv Højgaard, Runavík, átaksleiðari – starvast í SKS í 33 ár
Jan Abrahamsen, Strendur – starvast í SKS í 32 ár
Hanus Heinesen, Nes, liðleiðari – starvast í SKS í 29 ár
Niclas Davidsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár
Harry Benjaminsen, Toftir – starvast í SKS í 29 ár

Sløkkiliðsmenn heiraðir

Tað er hennara hátign, drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn.
Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at hesir fimm nú hava fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár, og er tað fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

Sløkkiliðsmenn heiraðir 3

SKS er eitt felags sløkkilið fyri Sjóvar-, Runavíkar- og Nes kommunur og samstarvið hevur 44 ár á baki.

Sløkkiliðið, hevur sera trúðfasta manning. Fyri gott trimum árum síðani blivu átta sløkkiliðsmenn heiðraðir fyri 40 ára trúgva tænastu við “Dronningens fortejenstemedalje i sølv”.  

Sløkkiliðsmenn heiraðir 2
frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og Harry Benjaminsen.

Myndirnar hevur Hjalmar J. Juul tikið.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00