Stranda skúli fingið gávu

niels 167x223
Niels hevur givið skúlanum savnið av  firvaldum,
skordýrum og klukkum


Niels L. Thomsen, sum í nógv ár var bóndi Innan Glyvur, hevur ikki einans havt áhuga fyri seyði og neytum. Í nógv ár hevur hann savnað firvaldar, skordýr og klukkur, og nú hevur hann latið skúlanum eitt savn av vøkrum firvaldum, spennandi skordýrum og stórum klukkum. Saman við savninum er yvirlit yvir nøvnini á dýrunum.

Á myndini tekur Jakoba Bech, lívfrøðilærari, ímóti savninum.