Sjovarkommuna

Minnist tú?

Sjóvar kirkja skift tak sep. 1978
40 ár síðani kirkjan varð útbygd

 



Leggja nú flagtak á Sjóvar kirkju
Kirkjan verður útbygd fyri umleið 300.000 kr.

Útbyggingin av Sjóvar kirkju gongur væl, og fyrireikingarnar verða nú gjørdar at leggja nýtt flagtak á. Kirkjan er útbygd bæði eystureftir og suðureftir. Hon er longd nakað vestureftir, meðan nýggj forkirkja er gjørd suðureftir. Tað er Karl Andreassen á Strondum, sum stendur fyri arbeiðinum, ið byrjaði tíðliga í summar. Tað er mett at kosta 300.000 kr., og arbeiðið skal verða liðugt tíðliga í heyst.

100.000 kr. játtaðar
Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, sigur, at til endamálið hevur kirkjan fingið játtaðar 100.000 kr. frá kirkjustjórnini at gjalda yvir trý ár. Harafturat hevur kirkjan fingið játtaðar 40.000 kr. til eitt nýtt flagtak.
Restina er ætlanin at fíggja við gávum og øðrum. Herfyri vórðu umleið 100.000 kr. savnaðar millum kirkjufólkið í sóknini, sum umfatar Strendur og Kolbeinagjógv. Hetta vóru talvu- og offurgávur.

Fleiri sitipláss
Tá útbyggingin er liðug verða umleið 80-100 sitipláss í kirkjuni. Útbyggingin hevur ikki nervað kirkjugongdina.
Tað er Kristoffer Kristoffersen í samráð við Sverra Dahl, fornfrøðing, sum hevur gjørt tekningina til útbyggingina av kirkjuni.
Formaður í kirkjuráðnum í Sjóvar sókn er Elsberth Jacobsen við Kolbeinagjógv.

kelda: Dagblaðið, sep. 1978




Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

Tunnil1

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00