Sjovarkommuna

Andersens Beding bjóðar til móttøku

20190114 151128

Handilin hjá Andersens Beding er umvaldur, og í tí sambandi verður bjóðað til móttøku, fríggjadagin 18. januar, millum kl. 14.00-16.00.

Kaffi og te verður at fáa til móttøkuna, umframt eitthvørt til søta góman.

Nógv virksemi er á Andersens Beding, har umleið 15 fólk eru til arbeiðis dagliga. Jóhan Andersen eigur og rekur Andersens Beding.

Í 2016 vóru útbyggingar gjørdar á Andersens Beding, har nýggj og stásilig høll var gjørd. Høllin bleiv tikin í nýtslu í oktober 2016, og tað var byggivirkið KBH, ið bygdi høllina. Síðani høllin er tikin í brúk, eru umstøðurnar og møguleikarnir at veita tænastur alt árið munandi betri. Av tí sama verður arbeiðið meira javnt yvir alt árið, tí nú ber til at arbeiða undir taki, eisini vetrarmánaðirnar, tá ið veðrið kann arga. 

Alivinnan er tann stóri kundin í dag. Andersens Beding hevur spesialiserað seg til at veita tænastur til júst alivinnuna, og eru teir millum teir fremstu í Føroyum á hesum øki í dag. Teir veita heildarloysnir til kundarnar og arbeiða innanfyri mestsum øll øki, herundir stál, rustfrítt, aluminium, glasfibur, aptering og el. 

Virksemið er staðsett við sjóvarmálan úti við Heygsstøð, og í Sjóvar kommunu fegnast vit um, at teir eru her hjá okkum við sínum virksemi.

20190114 150838

 

Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00