Sjovarkommuna

QODIO - nú á Strondum

20190121 114706

Samskiftisfyritøkan, QODIO, hevur fingið nýggjan bústað. Nýggi bústaðurin er í Strandatúni á Strondum, í húsinum har gamli Føroya Banki fyrr helt til.

Borgarstjórin var í dag á vitjan hjá QODIO. Har handaði hann stjóranum, Jógvani Andersen, eitt blómutyssi og bjóðaði teimum vælkomnum í kommununa.

QODIO er ein kreativ samskiftisfyritøka, ið veitir tíðarhóskandi snið og heimasíðuloysnir.

Síðan 2010 hevur fyritøkan ment heimasíður til føroyska og útlendska marknaðin undir navninum Faroe Media. Í 2017 fór eitt navnaskifti fram og gjørdist fyritøkan til QODIO.

QODIO er eitt samansett orð út frá enska orðinum "coding", ið er forritan, og fevnur hetta um ein stóran partur av virkseminum hjá fyritøkuni. Orðið úttalast beint fram, "kodio".

6 fólk starvast dagliga í fyritøkuni, ið nú heldur til á Strondum. Umframt forritan verður eisini arbeitt við grafiskum arbeiði fyri fyristøkur og stovnar.

R7 leigar eisini eitt høli frá QODIO, og tá vit vóru og vitjaðu í morgun, sat Helgi Abrahamsen og las tíðindi inn.

Vit fegnast um at lív aftur er komi í húsini á Strandatúni 1, og ynskja QODIO góða eydnu við virkseminum víðari.

Nakrar myndir frá vitjanini eru at finna í myndasavninum.


Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00