Ársaðalfundur í pensionistafelagnum

pensionistahúsið

Ársaðalfundur verður í Pensionistafelagnum í Sjóvar sókn hósdagin tann 14. februar 2019, kl 18.00.

Fundurin verður í pensiónistahúsinum í Heygsstøð 5.

Ársaðalfundur felagsins verður hildin í fyrru helvt av februar, aftaná at verða lýstur við 14 daga freist.


Aðalfundurin fer soleiðis fram:


1. Formaðurin gevur frágreiðing um farna árið.

2. Kassameistarin leggur fram roknskapin fyri farna árið.

3. Val av 5-manna nevnd. ( sí grein 11 )

4. Val av 2 eykalimum.

5. Nevndin skipar seg sjálv.

6. Ymiskt.


Grein 11.


Tann í grein 10 nevnda 5-mannanevnd verður vald soleiðis:

Annahvørt ár standa 3 nevndarlimir fyri vali, og annaðhvørt ár hinir 2. Tó kunnu sitandi nevnd og eykalimir verða afturvald.



Nevndin