IRF - Broytingar í innsavning vegna hálku og kava

Kavi

Allir húsarhaldsposar, ið eiga at verða heintaðir í dag, verða, um tað viðrar, heintaðir í morgin, hósdagin, ístaðin.

Talan er um hesar bygdir:

- Strendur, Innan Glyvur, Skála, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðagøta og Leirvík

- Viðareiði, Hvannasund, Depil, Norðdepil, Norðtoftir og Árnafjørður.

Eisini verða posarnir í Oyndafirði væntandi heintaðir í morgin, hósdagin.

Ein treyt fyri, at innsavnarar okkara kunnu taka posarnar er, at tað er grivið frammanfyri ruskíløtunum og út til vegin.

Eisini verður heitt á stovnar, fyritøkur, virkir og handlar um at grava frá ruskíløtum út á vegin.

Roknast kann annars við seinkingum og broytingum í innsavningini hjá IRF, meðan hált og kavi er.


IRF