Ansið eftir meðan kavin liggur

eingin gjørnumkoyring
meðan kavin liggur er eingin gjøgnumkoyring gjøgnum Strandatún

 




børn skreiða
Tað eru ikki so nógvar dagar um árið at møguleiki er at skreiða, so tá kavin endiliga liggur í nakrar dagar stuttleika børn og vaksin sær í kavanum.

Kommunan hevur sett skelti upp so ferðlan verður leidd oman á landsvegin.
Tíverri vísir tað seg, at ikki øll virða hesi boð og koyra ígjøgnum allíkavæl, til stóran ampa fyri børn og vaksin.
Tí verður inniliga heitt á øll um at virða skelti og ikki koyra gjøgnum Strandatún meðan kavin liggur.

Sjóvar kommuna