Gull til Gentur U11 hjá Skála

50641998 353515898587602 8524161548728401920 n

Seinastu umførini í Futsal-kappingunum fyri Gentur U11 og Gentur U13 vóru spæld í ítróttarhøllini á Skála um vikuskiftið. Skála vann kappingina fyri Gentur U11.

Futsal er innandura fótbóltur, sum Fótbóltssamband Føroya samskipar vetrarhálvuna.

Í kappingini fyri Gentur U11 endaði tað við eini rættari finalu millum Skála og HBa, sum møttust í næstseinasta dystinum. Áðrenn liðini fóru á vøllin hevði høvdu Skála 37 stig og HBa 35 stig.

Javnleikur var tí nokk fyri skála-genturnar, ímeðan ein sigur til HBa var eitt krav, um gullið skuldi enda í Havn.

Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur til Skála, sum sostatt tryggjaði sær gullkrónurnar.

Skála luttók eisini í kappingini fyri Gentur U13. Her endaðu skála-genturnar á einum fjórða plássið.

Futsal 2018 2019 Gentur 04 02 2019 2


Fleiri myndir av gentunum eru at finna í myndasavninum.

Vit ynskja gentunum hjartaliga til lukku við flottu úrslitunum.