Sjovarkommuna

"Sig mær eina søgu" á bókasavninum

Meira ferð Mamma Mu

Mánadagin 18. februar kl. 18.15 verður eitt nýtt tiltak á bókasavninum í Stranda skúla. Tiltakið ber heitið "Sig mær eina søgu."

"Sig mær eina søgu" er eitt tiltak, har vit fara at lesa barnasøgur. Ein søga verður lisin hvørja ferð, og aftaná eru øll vælkomin at nýta høvið at vitja bókasavnið, sum mánadagar er opið frá 18.00-20.00. Meira um bókasavnið kann lesast her.

Mánadagin verður tað Rósa Danielsen, sum fer at lesa bókina "Meira ferð, Mamma Mu".

Ætlanin er at søgulesnaður verður annanhvønn mánadag kl. 18.15 á bókasavninum í Stranda skúla.

Um onkur er áhugaður í at lesa eina søgu onkuntíð, eru tit vælkomin at ringja á telefon 232725.

Vónin við hesum tiltaki er m.a. at fáa børn og vaksin á bókasavnið at lurta eftir góðum søgum, kveikja hugin fyri føroyskum bókmentum og at stóra tilfeingið av bókum á bókasavninum verður gagnnýtt meira.

Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta - bæði stór og smá.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnilin

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00