Sjovarkommuna

Har bylgjan leikar - myndir og heilsan

IMG 4633

Leygardagin var tiltakið "Har bylgjan leikar" í bygdahúsinum á Strondum, Tiltakið eydnaðist sera væl og fólk hugnaðu sær óført allan dagin.

Nógvar myndir vóru tiknar til tiltakið og vit hava fingið loyvi at vísa nakrar av teimum. Hesar myndir kunnu síggjast í myndasavninum. Tað er Emmy Ingibjørg Sjúrðadóttir Kass sum hevur tikið myndirnar.

Gissur Paturson sendi eina lítla heilsan eftir tiltakið. Gissur hevði sjálvur eina framløgu undir yvirskriftini "Framleiðari og PR hjá Tónlist", umframt at hann eisini hevði stuttar samrøður við limirnar í Tónlist undir konsertini. Við loyvið frá Gissur, hava vit loyvt okkum at deila hesa heilsan við tykkum.

Gissur hevur sett hesi orð á hansara uppliving til leygarkvøldið:


Hey tit øll.

Vil bara takka fyri ein so sera væl fyriskipaðan dag í gjár. Og ikki minnst fyri tykkara viðkomandi og heimliga hátt at verða uppá (vit føldu okkum nærum sum Strandingar), væl móttikin við smílum og hjartaligheit. Eisini var tað heilt einanstandandi hvussu væl køkurin/cafe/barr riggaðu, tað var alla tiðina nokk og ongantið kø... og so vóru wc'ini eisini i lagi (ikki altið ein sjálvfylgja). 

Framløgurnar vóru framúr, serstakliga hugnaði eg mær og lærdi nakað frá tí sera viðkomandi og skemtiliga Ragnar Danielsen, ið fær UG frá mær. 

Petur Jákupsson hevði eina sera góða og ikki turrisliga framløgu, og sera stuttligt, og ikki sørt viðkomandi, var at hoyra vinmannin Justinus Eidesgaard hugleiða.

Hugaligt var, at filmsbrotini vóru i so góðari góðsku hóðast aldur...

Tøknin eigur eisini takk uppiborna, ikki ein løtt uppgáva; men sum heild góð.

Tónlist kann eg næstan einki siga um; teir loystu uppgávuna til UG, og sá tað út til, at teir hugnaðu sær. Fantastiskt...takk takk ...
Stuttligt var eisini at hoyra søgurnar hjá hvørjum einkultum av luttakarunum í Tónlist, hóðast næstan allir eru sera tigandi.

Felagssangur og følilsi av, at vit øll vóru ein stór familja; ja, “tak er kun et fattigt ord”. Men tit strandingar eru so sanniliga nakað fyri tykkum sjálvar...líka til Selatrað. Veri stoltir av tí, leingi skal man leita eftir betri “puplikum”. Takk tit øll, ið gjørdu hetta til veruleika.

Gleða okkum til næstu ferð.

TAKK


Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00