"Sig mær eina søgu" - mánadagin 25. februar

Dunnuungin Pu

"Sig mær eina søgu" verður aftur mánadagin 25. februar kl. 18.15 á bókasavninum í Stranda skúla.

Seinasta mánadag var fyrsta royndin gjørd við hesum tiltakið, og eydnaðist tiltakið sera væl. Ætlanin er at søgulesnaður verður annahvønn mánadag, men av tí at føstulávintsmánadagur er 4. mars, hava vit valt at framskunda tiltakið.

Mánadagin lesur Bárður Danielsen bókina "Dunnuungin Pu".

"Sig mær eina søgu" er eitt tiltak, har vit fara at lesa barnasøgur. Ein søga verður lisin hvørja ferð, og aftaná eru øll vælkomin at nýta høvið at vitja bókasavnið, sum mánadagar er opið frá 18.00-20.00. Meira um bókasavnið kann lesast her.

Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta - bæði stór og smá.