Sjovarkommuna

Føstulávintshald á Strondum - skráin

Føstulávintshald á Strondum 2019

Føstulávintshald verður í bygdahúsinum á Strondum leygardagin 2. mars. kl. 15.00.

Á skránni verður tunnusláttur fyri børn og vaksin, okkurt til matna og ein barnafilmur í bio-salinum.

Vit hava keypt fleiri tunnur og fara tí at sláa í ymiskum bólkum.


Tunnuslátturin verður skipaður soleiðis:

Kl. 15.00:                   Vøggustovubørn (uml. 0-3 ár) og barnagarðsbørn (uml. 4-7 ár) sláa tunnu.

Uml. kl. 15.30:            Børn í 1. - 4. flokki og í 5. - 10. flokki sláa tunnu.                         

Uml. kl. 16.00:            Kvinnur og menn sláa tunnu.


Kattakongar fáa vinningar, og hjá vaksnum verður eisini ferðasteyp latið vinnaranum.

Kl. 16.00 verður barnafilmur vístur í bio-salinum, ímeðan tey vaksnu sláa tunnu.

Møguligt verður eisini at fáa okkurt at eta, meðan tunnuslátturin er. Børn fáa ókeypis pylsur og breyð, og vaksin gjalda 10 kr. fyri somu máltíð.

Vit heita á øll (børn og vaksin) um at klæða seg í grýluklæði til tiltakið. Man er tó vælkomin uttan grýlubúna.

Tey yngstu sláa fyrst, men øll eru vælkomin at møta kl. 15.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið – við vón um góða undirtøku bæði frá børnum og vaksnum.

 

Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00