Sjovarkommuna

Steingja Strandavegin fyri lættari ferðslu

20190306 092007

Strandavegurin - frá Hulkavegnum og út til niðankoyringina til Heilsumiðstøðina - verður nú stongdur fyri tí løttu ferðsluni, frá seinni í dag, mikudegnum 6. mars 2019, og so leingi arbeiðið varir.

Tunga ferðslan kemur tó framvegis at koyra eftir Strandavegnum. Heitt verður á tungu ferðsluna um at vísa ansni, tí arbeitt verður á og rundan um vegirnar á hesum vegastrekkinum.

Í hesum sambandi er Sjóvarvegur knýttur í Strandavegin (sí mynd omanfyri). Lætta ferðslan kemur tí ístaðin at koyra eftir Sjóvarvegnum, meðan arbeiðið varir.

Hendan broytingin í ferðsluviðurskiftunum kemur at ávirka ferðsluna á Sjóvarvegi, Sjóvarbrekku og Fløtuvegnum. Hesir vegir eru smalir ymsastaðni, og fleiri hús standa tætt við vegin. Tí heita vit eisini her á bilførarar um at vera ansnir í ferðsluni, nú ferðslan á hesum vegastrekkjum økist munandi.

Í fyrstu syftu verður væntað, at Strandavegurin verður stongdur fyri lættari ferðslu í 2-3 vikur. Meir kunning kemur seinni.

Myndin niðanfyri vísir eitt kort yvir økið. Reyða linjan er stongda vegastrekkið, ímeðan bláa linjan vísir, hvussu koyrast kann fyri at koma aftur á Landsvegin (Strandavegin).

Møguligt verður at koyra til bátahylin við Sjógv norðanífrá.

Myndir, sum lýsa ferðsluviðurskiftini á Strandavegnum, eru at síggja í myndasavninum.

Eingin gjøgnumkoyring á Strandavegnum


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00