Nýggjar vøggustovur

Lítlifløttur vøggustovur
arbeiðið byrjar í næstu viku

 


Nú eru fyrireikingarnar við at byggja nýggjar vøggustovur til Lítlafløtt komnar so langt at byrjað verður at seta tær upp.

Arbeiðið byrjar í næstu viku og heldur fram til umleið hálvan september. Í hesum tíðarskeiði verður eitt økið við Lítlafløtt byrgt av fyri allari ferðslu - sí mynd. Hetta merkir, at atkoma til Lítlafløtt bert verður frá sunnaru íbindingini.

Sjóvar kommuna