Strálan 30 ár

easter eggs
Páskaeggjatombola, hoppiborg, filmur o.a. verður í Bygdahúsinum á Strondum leygardagin 6. apríl kl. 16.

Strálan hevur júst fylt 30 ár og leygardagin 6. apríl kl. 16 bjóða vit øllum kaffi/ te og køkur í Bygdahúsinum.  

Til børnini hava vit hoppiborg og barnafilmur verður í biosalinum. Børnini fáa eisini sunkist og twix. Alt til børnini er ókeypis.

Vit hava stórt páskaeggjatombola.

Drigið verður um fýra vinningar millum allar limir.

Vinningarnir eru:
- vikuskiftispass til Summarfestivalin
- vikuskiftispass til G festivalin
- atgongumerki til Voxbotn
- gávukort frá Effo á 500 kr.

Møguleiki er at tekna seg sum lim í Stráluni. Limagjaldið er 100 kr. um árið – gjaldið fer fram sum vanligt 1 mai.


Hjartaliga vælkomin
Strálan