Earth Hour 2019 í Sjóvar kommunu

Earth hour 2019

Sjóvar kommuna ynskir eisini at luttaka við í Earth Hour 2019, sum verður í morgin, leygarkvøldið 30. mars.


Kommunan luttekur við at sløkkja øll gøtuljós í kommununi, undantikið ljósini á havnaløgunum. Ljósini verða sløkt í tíðarskeiðnum kl. 18.00-21.30. 

Vit heita eisini á okkara borgarar, ið hava møguleika til tess, um at sløkkja ljósið hendan tíman, kl. 20.30-21.30. 

Vegna sløkt gøtuljós, verða fólk biðin um at verða sera ansin í ferðsluni hetta tíðarskeiðið.

Earth Hour, ella jarðarinnar tími, er eitt altjóða átak, hvørs endamál er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisverd og lívfrøðiligt margfeldni. Átakið byrjaði í Sydney í 2007, og í ár luttaka einstaklingar, fyritøkur og kommunur í fleiri enn 188 lond í hesum átakið. Um ein ynskir at lesa meira um hetta átak, kann man trýsta á her.