Poul á landsliðið

poul
16 ára gamli Poul Kallsberg er úttikin til U17 landsliðið í fótbólti



Í gjár kunngjørdi FSF U17 landsliðshópin, ið Áki Johansen hevur úttikið til landsdystirnar seinni í apríl.
Á listanum var eisini Poul Kallsberg, ið áður eisini hevur verið við á U15 landsliðnum.

Vit ynskja Poul tillukku við úttøkuni, og ynskja honum og hinum á liðnum bestu eydnu við dystunum, ið annars eru hesir:  
22. apríl Føroyar – Litava  
24. apríl Estland – Føroyar  
26. apríl Liktinstein – Føroyar