Sjovarkommuna

Flaggdagshaldið 2019

20190425 170826

Nógv fólk høvdu leita sær til flaggdagshaldið í bygdahúsinum í gjár. 
Byrjað varð við skrúðgongu frá Sjóvarlon, og í ár gekk Andrass Danielsen fremstur við Merkinum. 

Tá skrúðgongan kom til bygdahúsið, var avgjørt at hava flaggdagshaldið innandura, vegna keðiligt veður.

Sjúrður Skaale helt flaggrøðuna í ár. Røðan kann lesast niðanfyri.

Myndir frá flaggdagshaldinum liggja í myndasavninum.


Røðan hjá Sjúrði Skaale - hildin á flaggdagshaldi á Strondum 2019:


MERKIÐ VAR EITT ANDALIGT EPLI

Okkara mentanarliga eplavelta er rík og flott. Men hon er hótt av selfie-mentan og nationalismu. Latið okkum flaggdagin minnast til, at veltan má røkjast. At vit alla tíðina mugu seta nýggj, andalig epli í jørðina

Góðu strandingar.

Góðu gestir úr øðrum bygdum.

Tá eg í síðstu viku var farin at hugsa um hesa røðuna, hoyrdi eg gartnaran Harald Símunarson Hansen í útvarpinum.

Hann nevndi at tað gamla var, at eplini skuldu vera komin í moldina Flaggdagin.

Eitt epli er ikki ein serliga eksotisk frukt - men tá hon kom til Føroya fyri góðum 200 árum síðani, fekk hon púra avgerandi týdning fyri lívstreytirnar her í landinum.

Føroyingar hava síðani etið grind og spik og eplir. Fisk og eplir. Fugl og eplir. Viðhvørt bara eplir.

At seta niður flaggdagin er helst óneyðuga tíðliga, segði Haraldur Hansen henda morgunin. Men í gomlum døgum tóku tey ongan kjans. Eplini máttu bera ávøkstur tá tey kundu.

Men eplini gera einki sjálv.

Veðrið hevur týdning. Moldin má vera góð. Flagið má vera nóg tjúkt. Og ryggjaveltan mátti hyppast væl og verjast móti frosti og sniglum, skuldu tey gomlu fáa hesa heilt avgerandi føðina.

Men matur er ikki nóg mikið.

Menniskjan livir ikki av breyði eina, og flaggdagurin minnir okkum á, at vit eisini mugu sáa virðir og hugsjónir.

Tá eru tað fólk, vit sáa í, og tey kunnu, sum vit verða mint á í Halgubók, vera bæði gaddajørð og góð mold.

Tann, sum sáar, veit tað ikki og ræður ikki yvir tí.

Fyri 2000 árum síðani sáddi Jesus sjálvur, tá hann segði nøkur orð fyri eini lítlari mannamúgvu, sum var savnað á einum fjalli.

Mundi hann vitað, at tað, hann segði, fór at verða varpað upp gjøgnum ættarliðini, og at hansara stutta fjallaprædika fór at verða heimsins mest endurgivna røða?

Neyvan - tí tað ljóðaði ikki av nógvum:

"Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa."

Hví mundu tey hesi spøku orðini fáa so stóra megi? Hví mundu hesi smáu eplini geva so stóra avgrøði?

Tí tey birtu eina vón í teimum fólkunum, sum hoyrdu tey.

Orðini hjá Jesusi vóru fræðið, men tað var moldin - áhoyrarnir - sum fingu tey at geva ávøkstur. Og vónin, sum tey bera, hevur síðani givið fólki dirvi og virkishug og havt broytingar við sær.


Eitt andaligt epli

Fyri 100 árum síðani sótu nakrir ungir menn í einum kamari í Keypmannahavn og settu eitt epli í moldina.

Tað var ein lítil tekning. Eitt hvítt, blátt og reytt krossmerki eftir norðurlendskari fyrimynd.

Tað var ikki eitt flagg.

Tað umboðaði ikki nakað land ella nakra tjóð.

Tað, teir teknaðu, var ein vón.

Teir ungu menninir teknaðu dreymin um, at føroyingar skuldu sameinast. At samleikin skuldi styrkjast. At Føroyar skuldu vera partur av teirri norðurlendsku familjuni.

Í Keypmannahavn vóru teir saman við og samanbóru seg við danir, norðmenn og íslendingar, og teir saknaðu kensluna av at telja við.

Kanska um 100 ár, sigur okkara stóra skald.

Mundu teir ungu menninir síggja fyri sær, at tað skap og teir litir, sum teir sótu og spældu sær við, fóru at gerast eitt viðurkent flagg, ið fór at sameina fleiri ættarlið av fólki?

Eg veit ikki. Men soleiðis bleiv tað.

Í sær sjálvum var fjallaprædikan einki.

Í sær sjálvum tann lítla tekningin - tað lítla eplið - heldur einki.

Men mentanarliga váraði í føroysku luftini hesi árini. Og moldin var góð.

Her var ein vón, ein vilji og ein stremban, sum fekk eplið at geva grøði.

Tað vóru onnur uppskot um eitt føroyskt flagg. At tað júst bleiv hetta krossmerkið, føroyingar tóku til sín, er ikki minst Hans Andriasi Djurhuus fyri at takka. Vit kunnu siga at hann hyppaði veltuna betur enn nakar, tá hann longu árið eftir yrkti sangin Sjá, tú blánar, har hann setti orð á ta vón, sum lá í tekningini.

"Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt", segði skaldið - í ynskishátti. Tí tað var tað, hetta var. Eitt ynski um, at føroyingar skuldu gerast betri tilvitaðir um virði í sínum egna.

Men politiskt leikaði hart á hesa tíðina, og vandin var, at flaggið fór at umboða eina politiska kós mótvegis eini aðrari. Og so bleiv tað ikki tað savnandi merki, tað skuldi blíva.

At allir føroyingar ikki tóku tað til sín beinanvegin, er kanska ringt at skilja í dag. Men vit kunnu spyrja okkum sjálv hvussu vit høvdu reagerað, um onkur vísti okkum eitt búmerki sum onkur ókendur hevði teknað í einum kamari í Keypmannahavn og segði, at hetta nú umboðaði okkum.

Tað hevði neyvan fløvað okkara hjartarøtur fyrstu ferð, vit sóu tað. Serliga ikki um tey, sum beinan vegin fóru at brúka flaggið, høvdu eina aðra politiska hugsan enn okkara.

Tí var tað heilt avgerandi, at Hans Andrias í flaggsanginum ikki læt tað politiska standa fremst, men í staðin legði ein felagsnevnara inn í tað nýggja flaggið, sum kundi sameina tvørtur um allar ósemjur: Fólkið og náttúruna. Landið sjálvt.

"Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð."

Um tað var hetta, flaggið umboðaði, kundu øll vera við.


Nationalt og sosialt

Tað bleiv nógv tosað um føroyskan tjóðskap hesi árini. Men fólk vóru eisini, sum søgdu, at tað at vera føroyingur ikki mátti enda sum ein ideologi. Føroyar vóru fólkini, sum búðu í landinum. Teirra kor vóru í mongum førum trong - og tjóðskaparligan stoltleika kundu tey ikki eta.

Ein partur av tí tjóðskaparliga stríðnum, søgdu hesi fólk, mátti vera stríðið fyri at bøta um sosialu korini í landinum.

Vit skuldu ikki bara vera føroyingar, serstøk tjóð, og so nevan á kjaftin á nasablóð. Vit skuldu taka okkum av hvørjum øðrum. At vera nationalur skuldi eisini merkja at vera sosialur.

Eisini her bleiv flaggið felagsnevnarin, tí har er tann kristni krossurin. Har er fjallaprædikan. Har er søgan um tann miskunnsama samariubúgvan.

Og soleiðis fór flaggið at umboða okkara land og fólk, okkara mentanarligu virði og okkara sosiala medvit.

Vit eru ikki, kunnu ikki og skulu ikki vera samd um alt. Men nøkur grundleggjandi virði standa vit saman um.

Tað eru tey vit síggja, tá vit síggja Merkið - og tað eru tey sum gera, at vit halda tað vera vakurt.


Login, sum ikki slóknar

Vónin, sum var teknað fyri 100 árum síðani, var sum ein logandi svávulpinnur. Login hevði slóknað, um fólk ikki gjørdu seg sjálv til tær lampur, honum tørvaði fyri at brenna víðari.

Hans Andrias Djurhuus var bara ein av lampunum. Tað vóru mangar aðrar, sum nú eru tómar og slóknaðar. Men áðrenn tað festi teirra logi í nýggjar lampur.

Oljan, sum hevur hildið øllum logunum brennandi, hevur verið ein livandi áhugi fyri tí føroyska felagsskapinum.

Virðing fyri teimum, sum eru farin.

Vilji til at gera nakað saman við teimum, sum eru uppi á døgum.

Og ynskið um geva teimum, sum aftaná koma, ein góðan arv.

Tá vit hyggja at øllum tí, sum er skapt tey seinastu 100 árini, kunnu loyva okkum at vera stolt - tí tað er ikki komið av ongum. Vit kunnu siga at tað hevur verið ein hart vunnin sigur.


Selfie-mentanin

Men júst í hesum sigri liggja eisini vandar.

Ein er, at vit taka tað, vit hava, fyri givið.

Vit liva í eini selfie-tíð. Individualisman vil troka seg fram um umsorganina fyri felagsskapinum. Tað kann fáa okkum at gloyma virðið í tí, vit hava arvað.

Ein annar vandi er júst tað øvuta.

Vit kunnu gerast so hugtikin av tí, vit hava í felag, at tað ger okkum sjálvglað.

Vit kunnu sum enda sum tann vakri Narcissus, ið allar ungar kvinnur vildu hava – men sum aldrin bleiv forelskaður í nøkrum øðrum enn teirri spegilsmynd av sær sjálvum, sum hann sá í einum hyli.

Tí eisini sum tjóð eru vit farin at hyggja nógv at okkara egnu spegilsmynd. Hylurin, sum endurspeglar okkum, eru altjóða miðlar.

Tá teir rósa okkara náttúru, okkara samfelag, okkara mentan og okkara mati, standa vit viðhvørt, júst sum Narcissus, hugtikin og hyggja at okkum sjálvum.

Vandin er, at vit ikki síggja tað í Føroyum, sum er minni gott; ikki síggja dygdirnar hjá øðrum, og heldur ikki leggja í trupulleikarnar hjá øðum.

At vera stoltur av sínum egna er gott. Tað er tann sunna tjóðskaparkenslan sum gjørdi, at vónarinnar flagg bleiv teknað fyri 100 árum síðani.

Men at vera sjálvglaður er ikki gott.


Ljóta nationalisman

Tá ein tjóð verður forelskað í sær sjálvari, kallast tað nationalisma. Og tað er ein tann ljótasta hugsjón, sum er til.

Nationalistiskir øsarar eru sum álvafljóði í Ólavi Riddararós:

"Hon bar fram eitt drykkjusteyp

eiturkornið í tí fleyt".

Men tað er lætt at lata seg tøla til at drekka av hesum steypinum. Tjóðskaparkenslan og nationalisman grógva úr somu mold, og tað er so ringt at kenna mun á teimum, at sjálvt stoltastu og mest mentaðu tjóðir hava latið seg blindað av nationalismuni.

Bretska flaggið hevur umboðað vakra tjóðskaparkenslu. Men tað hevur eisini veittrað yvir eini tjóð, sum helt seg vera so nógv betri enn aðrar, at hon bæði førdi ann í imperialismuni, og førdi milliónir av trælum úr Afrika til Amerika.

Amerikanska flaggið hevur ímyndað eina fyrimyndarliga søgu sum sameining av nógvum fólkasløgum í einum nýggjum landi. Men tað hevur eisini veittrað fremst í barbariskum kríggjum.

Týska flaggið hevur blaktrað yvir nøkrum av tí besta, sum er skapt í Europa - men eisini yvir nationalistiskari hugmóð, tá hon er allar ljótast.

Um okkara tjóðskaparkensla skuldi blivið nationalistisk, fer eingin annar at merkja sviðan av tí. Til tess eru vit ov smá og fá.

Men vit skulu kortini ansa eftir ikki at blíva sjálvglað, tí tað skaðar okkum sjálv. Tað skapar rot í tí, vit kunnu kalla okkara felags, samfelagsligu sál.

 
Latið okkum seta niður

Luther skal hava sagt, at um hann fekk at vita, at hann doyði í morgin, hevði hann kortini plantað eitt súreplatræ í dag. Við hesum vildi hann boða frá, at hansara verk ikki bara snúði seg um hansara tíð. Hann vildi geva teimum nakað, sum komu eftir hann.

Hetta kom eg at hugsa um í farnu viku, tá eg las eina grein eftir Hera Mohr.

Hann setir javnan sín dám á almenna kjakið, og í hitarúminum í svimjihylinum í Havn, har dagsins mál hvønn dag verða umrødd, er ikki so sjáldan, at okkurt sum Heri Mohr hevur skrivað er til viðgerðar.

Hann er 94 ár.

Hví seta fólk epli niður, sum tey kanska ikki sleppa at taka upp sjálv?

Tí tey umboða vónina, sum varð teknað fyri 100 árum síðani: At føroyingar skulu seta áhugan fyri felagsskapinum fram um áhugan fyri sær sjálvum.

Og felagsskapurin fevnir bæði um tey, sum undan eru farin, okkum, sum nú eru uppi á døgum, og tey, sum koma aftaná.

Vit vita aldrin, hvussu moldin fer at roynast, tá vit seta niður. Um tað er mentanarlig gaddajørð. Um tað verður búskaparligt frost. Ella um politiskir sniglar fara við grøðini.

Tað kann ganga illa.

Men eru eingi epli í moldini, verður ið hvussu er eingin ávøkstur.

So latið okkum seta niður.

Latið okkum halda lív í tí, sum okkara flagg hevur umboðað í 100 ár.

Latið flaggdagin minna okkum á, at tað ikki bara eru epli og annar matur, sum hevur hildið lív í okkum.

Eingin livir av breyði eina.

Andalig epli eisini skulu í moldina.


Takk fyri.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00