Sjovarkommuna

Skotið ígjøgnum í morgin

Skotið ígjøgnum í morgin

– Tað eru undir 10 metrar eftir at skjóta millum Strendur og Saltnes, og í morgin, 7. mai klokkan 16.30, verður síðsta skot latið av í Eysturoyartunlinum móti Rókini, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar.

Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar í tíðindaskrivi.   

Hátíðarhaldið byrjar við at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina.

Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har skráin er hendan: 

1. Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, bjóðar vælkomin. 

2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, heldur røðu. 

3. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur røðu. 

4. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, heldur røðu. 

5. Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, heldur røðu.  

Eftir hetta er møguleiki hjá øðrum at siga nøkur orð. Hátíðarhaldið endar kl. 18.30.


Millum Eysturoynna og Streymoynna eru 317 metrar eftir at spreingja. Ætlandi verður skotið ígjøgnum millum Eysturoynna og Streymoynna um mánaðarskifti mai-juni.


Kelda: in.fo og portal.fo


Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missiónshusið

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00