Fólkatingsval mikudagin 5. juni 2019

val 2015
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mánadagin 3. juni

 





Fólkatingsvalið 5. juni 2019 - brævatkvøður og valkort

Brævatkvøður:
Veljarar í Sjóvar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni millum kl. 08:00 og 12:00
frá mikudegnum 15. mai til og við mánadagin 3. juni 2019.

Ber ikki til at koma á kommunuskrivstovuna fyrrapart, kunnu tygum ringja til tlf. 23 27 28 ella 23 27 29 og avtala eina tíð.

Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 472727 í seinasta lagi fríggjadagin 31. mai, kl. 12:00.

Valkort:
Kunngjørt verður, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 5. juni 2019, verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt  frá á kommunuskrivstovuni - tlf. 47 27 27 - í seinasta lagi fríggjadagin 31. mai, kl 12:00.

Sjóvar kommuna