Væleydnaður ruddingardagur

20190511 105255

Nógv fólk møttu til ruddingardagin leygardagin 11. mai.

Byrjað varð við morgunmati á Strondum, Innan Glyvur og Selatrað kl. 09.00, og so var farið at rudda. 

Klokkan 12.30 møttust vit aftur í bygdahúsinum á Strondum, har øll, sum høvdu luttikið á ruddingardegnum, vóru bjóðað til døgurða. Aftaná døgurðan var kaffi og ruddingarquiz.

Samanumtikið ein sera góður dagur, har øll kommunan bleiv ruddað, samstundis sum hugni og samvera eisini eyðmerktu dagin.

Myndir frá ruddingardegnum eru at síggja í myndasavninum.

Sjóvar kommuna takkar øllum fyri dagin.