Sjovarkommuna

Útivikan 2019

20180526 174837

Vit kunnu nú kunngera skránna fyri Útivikuna 2019, har tiltøk eru til øll, frá tí yngsta til tann elsta.


Frá mánadegnum 20. mai og fram til sunnudagin 26. mai verður skipađ fyri útiviku í Sjóvar kommunu.

Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta hesar dagarnar av til Útivikuna.

Meira kunning um tey ymisku tiltøkini kemur so líðandi.


Skráin fyri útivikuna:

Mánadagur 20. mai

Kl. 18.00: Krabbaveiða á Kumlum (á eystursíðuni í Tanga) – Haviđ glúp og spann við



Týsdagur 21. mai

Kl. 11.00-12.00: Venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið á Strondum

- Aftaná verður drekkamuður í bygdahúsinum


Kl. 18.00: Súkklutúrur saman við Rynkeby-súkklarunum

- Møtast við FIFA-vøllin Innan Glyvur og súkkla út á Strendur

- Súkklað verður róliga, so bæði børn og vaksin eru vælkomin við

- Minnist til hjálmin

- Súkklutúrurin endar við Stranda skúla, og tá verður svimjihylurin opin (ókeypis atgongd)



Mikudagur 22. mai

Kl. 18.00: Gongutúrur á arbeiðsøkinum rundan um tunnilsmunnan – møtast við Sjóvar kirkju

- Gingiđ verđur framviđ arbeiđsøkinum, og umbođ frá NCC greiđur frá, hvussu tunnilsarbeiðið gongur fyri seg

- Kunnað verður um ætlanir hjá Sjóvar kommunu við økinum rundan um tunnilsmunnan

- Staðbundnir strandingar hugleiða um stóru broytingarnar í økinum seinastu 40 árini

- Aftaná verður drekkamuður í kirkjuhúsinum



Hósdagur 23. mai

Kl. 21.00: Gongutúrur av Strondum til Kolbeinagjógv 

- Annan vegin verður gingið uppum og hin vegin eftir vegnum – møtast við bygdahúsið



Fríggjadagur 24. mai

Kl. 18.00: Grilling við Lítlafløtt – hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla

- Kl. 18.00 verður møguligt at ríða á hestum

- Uml. kl.18.30 verða spøl fyriskipað á vøllinum




Leygardagur 25. mai

Kl. 10.00-11.00: Pilates fyri konufólk í skúlagarðinum á Strondum


Kl. 15.00: Vatnkríggj og skúmbað í Heygsstøð – havið egnan vatnrevolvara við


- Vaðhorn bjóðar brellbitar, meðan tiltakið er




Sunnudagur 26. mai

Kl. 13.30: Túrur niðan á Strandafjall – farið verður frá bygdahúsinum

- Staðkendir ferðaleiðarar verða við á túrinum

- Havið egnan matpakka við


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00