Sjovarkommuna

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt

búmerki

Námsfrøðingar til dagstovnin Lítlafløtt

Vit byggja út og hava tí brúk fyri fleiri námsfrøðingum.

Søkt verður eftir:
- námsfrøðingum at arbeiða 30 - 40 tímar um vikuna í vøggustovu, barnagarðsstovu og frítíðarstovu

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og jalig/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið


Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir.
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti


Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Størvini verða sett 12. august 2019 ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Meira fæst at vita um stovnin og um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara,
á tlf. 232747 ella Bjørg Olsen, varaleiðara, á tlf. 747929

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2019, kl. 12:00 og sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
ella Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil1

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00