Sjovarkommuna

Fráfaringarsamkoma fyri Heidi Danielsen, lærara

Fráfaringarsamkoma fyri Heidi Danielsen lærara
Eftir 36 ár, sum lærari við Stranda skúla, takkar Heidi fyri seg.

 Í hesum sambandi skipaðu lærararnir í morgun fyri eini hugnaligari løtu við morgunmati og lagkøku.


Skúlabørn sungu, undir leiðslu av Eyðgerð Kristiansen, nakrar sangir, og tað var hugaligt at sita og njóta sangin og hvussu væl børnini dugdu uttanat.
 
Skúlastjórin hevði nógv rósandi orð at bera fram og takkaði Heidi fyri tíðina og hugleiddi um týdningin, ið skúlin hevur í samfelagnum.

Varaskúlastjórin, ið hevur arbeitt saman við Heidi øll hesi árini, ið hon hevur verið lærari við Stranda skúla, hugleiddi um ta tíðina, tá ið Heidi og tríggjar aðrar lærarinnur í 1983 komu inn á Strendur at fremja læraragerningin. Tá vóru tað í stóran mun menn, ið vóru lærarar, so broytingin var eyðsýnd, og mangt skálkabragdið funnu tær uppá.

Síðani fekk Heidi handað blómutyssi frá leiðsluni og eina klokku frá sínum starvsfelagum, og fekk sjálv høvi at takka fyri árini, ið lutaðust henni við Stranda skúla. Eisini hon róði eitt sindur aftur á, tá ið hon sum 23 ára gomul byrjaði yrkisleiðina á Strondum, og øll løtan kendist hugnalig og fjálg og var ein góður endi á einum longum og hendingaríkum arbeiðslívi.

Heidi, sum hevur Rubeksen sum gentunavn, giftist við Andrass Danielsen, sum tá var lærari við Stranda skúla, og bygdu tey saman hús á Strondum, har ið hon hevur búð øll árini, og tey bæði eru vælsignaði við 4 børnum, Bárði, Rógva og tvíburðunum Oddrún og Fríðrún, og eru tey bæði eisini blivin omma og abbi fleiri ferðir.

Sjóvar kommuna vil somuleiðis nýta høvið og takka Heidi fyri gerningin og vit ynskja teimum nógv góð ár framyvir.

Myndir frá fráfaringarsamkomuni eru at síggja í myndasavninum.

Fylg byggingini av vøggustovum

IMG 4193

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Lítlifløttur

litliflottur5

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00