Sjovarkommuna

Myndir frá einum frálíkum fríggjakvøldi - Útivikan 2019

20190524 182920

Frálíka tiltakið í Útivikuni í gjárkvøldið varð væl tikið undir av bygdafólkinum. Omanfyri 200 fólk nýttu høvið at gera sær ein grillaðan nátturðabita við Lítlafløtt. Her møttust bæði børn, ung og vaksin til eina hugnaliga og mettandi samveru. Matskráirnar vóru ymsar; summar vóru eksotiskar, meðan onnur vóru meira klassisk og hildu seg til góðu gomlu pylsurnar og PH-búffarnar. 

Á vøllinum undir liðini á Lítlafløtti skipaði nevndin fyri Junior-arbeiðnum í missiónshúsinum fyri spølum fyri børnum og ungum og øllum barnsligum sálum. Her var onkur aktivitetur til bæði smærri og eldri børn. M.a. kundi man royna seg sum hockeyspælara, spæla paint-ball, vísa fótbóltskynstur og syngja rørslusangir undir einum fagurlittum teppi.
 
Á parkeringsøkinum uttanfyri barnagarðin og vøllin var hestaríðing á skránni. Hetta var avbera væl umtókt millum børnini. Støðuga køin vitnaði um, at tey trý fýrbeintu kríatúrini høvdu úr at gera og ikki kundu vænta sær stórvegis steðgir. Flest øll børnini fingu sær fleiri enn ein túr á hestabaki.

Samanumtikið kann sigast, at hetta var ein sera væleydnað og samansjóðani løta. Vit takka fyri góða undirtøku.

Myndir frá tiltakinum liggja í myndasavninum.


Fylg byggingini av vøggustovum

20190214 110808

Fylg útstykkingini

Útstykkingin

Alment kort Sjóvar kommuna

kort

Fylg byggingi av tunnlinum

tunnil1

Ruskpláss og endurnýtsla

ruskplass

Musikkskúlin

musikkskúli

Økispsykiatri

økispsykiatri

Vitjunartænastan

besoegsvenner lille

Økistænastan

00 Roðin búmerki

Barnatannrøktin

tannlakni

Kampingplássið á Selatrað

kamping_025

Missiónshúsið

missionshus4

Sjóvar kommuna

  • Skúlavegur 10
  • FO-490 Strendur
  • Tel. 47 27 27
  • Fax. 47 27 28

Kontonummur:

  • BetriBanki:
  • 9181-292.542.9
  • BankNordik:
  •  6460-200.058.1
  • Barnaansing:
  • 9181-132.160.0
  • Kvøldskúlin:
  • 6460-160.546.3
  • Teldlar:
  • 9181-383.448.6

Avgreiðslutíðir:

  • Mán-frí: 08.30-12.00